Eg eiti Bergur á Reynatrøð
Eg havi arbeitt sum kliniskur tannteknikari í meira enn 40 ár. Tað er eitt áhugavert handverk, og nakað av tí besta við arbeiðinum er at hitta nýggj fólk og hjálpa teimum við einum trupulleika, sum hevur týdning í gerandisdegnum.
Í øll hesi árini havi eg hjálpt minst 10.000 fólkum við tannprotesum. Nógv koma aftur, tá tannprotesan er slitin, skal lagast til, ella tá teimum tørvar eina nýggja.

Persónlig tænasta frá byrjan til enda
Eg arbeiði einsamallur á mínum verkstaði. Tað merkir, at tú tosar við meg, tá tú kemur til vegleiðing, tá avtrykk verður tikið, og tá protesan skal roynast og tillagast.
Eg leggi dent á at hava góða tíð til hvønn einstakan og at vera erligur um, hvat ber til at gera. Stundum kann ein gomul protesa umvælast. Aðrar ferðir er ein nýggj protesa betri. Tað finna vit út av saman.
Handverk gjørt á staðnum
Eg geri sjálvur tannprotesurnar úr akrylplasti á verkstaðnum. Lit og stødd á tonnunum verða vald saman við tær, og eg tillagi protesuna, so hon situr sum best.
Tú ert vælkomin at ringja, um tú hevur spurningar ella vilt avtala eina ókeypis fyrstu kanning.