Tannprotesur, sum hóska til tín

Tørvar tær nýggja tannprotesu, ella hevur tú eina protesu, sum er brotin ella ikki passar longur?

Hjá Tannteknikaranum fært tú persónliga hjálp frá Bergi á Reynatrøð, kliniskum tannteknikara við yvir 40 ára royndum. Bergur ger sjálvur tannprotesurnar á sínum verkstaði og tekur sær tíð til hvønn einstakan.

Ring 44 84 80 Sí tænasturnar

Bergur á Reynatrøð, smilandi í hvítari skjúrtu

Tríggjar tænastur

  • Nýggjar heilprotesur

    Tá allar tenninar í yvir- ella undirmunninum mangla. Protesan verður gjørd eftir tínum munni og tínum ynskjum.

  • Lutaprotesur

    Tá tú hevur nakrar av tínum egnu tonnum eftir. Vit finna eina loysn, sum hóskar til tenninar, tú hevur.

  • Umvæling og tillaging

    Er protesan brotin, leys ella óhøglig? Bergur kann umvæla nógvar skaðar og laga protesur til. Brotnar protesur kunnu ofta gerast aftur sama dag.

Royndir og nærvera

Yvir 40 ára royndir. Sama persón frá byrjan til enda.

Bergur hevur arbeitt við tannprotesum í meira enn 40 ár og hjálpt minst 10.000 fólkum gjøgnum árini. Á klinikkini møtir tú Bergi sjálvum, bæði til vegleiðing, avtrykk, nýgerð og tillaging.

  • 40+ára royndir
  • 10.000+fólkum hjálpt

Soleiðis gongur tað fyri seg

  1. Vit tosa saman. Tú greiðir frá tínum tørvi. Fyrsta kanning og vegleiðing eru ókeypis.
  2. Vit taka avtrykk. Um munnurin er klárur til tað, kann arbeiðið við nýggjari protesu byrja sama dag.
  3. Tú velur. Lit og stødd á tonnunum verða vald eftir tínum ynskjum.
  4. Tú roynir protesuna. Bergur lagar hana til, so hon situr sum best.

Nýggjar protesur eru vanliga lidnar eftir 4–5 døgum, og við bráðtørvi kann tað viðhvørt ganga skjótari. Tíðin verður avtalað í hvørjum føri.

Ókeypis fyrsta vegleiðing

Veitst tú ikki, um protesan kann umvælast, ella um ein nýggj er betri? Ring og greið frá. Bergur hyggur at møguleikunum og sigur tær, hvat hann mælir til.

Ring og spyr Berg

Vanligir spurningar

Kostar tað nakað at koma til fyrstu kanning?

Nei. Fyrsta kanning og vegleiðing eru ókeypis.

Hvussu skjótt kann eg fáa nýggja tannprotesu?

Vanliga tekur tað 4–5 dagar frá tí, arbeiðið er farið í gongd. Tað kann ganga skjótari, um bráðtørvur er.

Kanst tú umvæla eina brotna protesu?

Ja, nógvar brotnar protesur kunnu umvælast sama dag. Ring fyrst, so Bergur veit, hvat er hent.

Má eg ringja fyri at bíleggja tíð?

Ja. Ring 44 84 80, so kunnu tit avtala, nær tú kemur.

Hevur tú spurningar um tína tannprotesu?

Tú ert vælkomin at ringja og fáa eina óbindandi samrøðu.

Ring 44 84 80

Ring 44 84 80